top of page
  • Facebook
  • Instagram
Untitled design.jpg

Hugleiðing um búskaparstøðuna

Eg haldi, at tað er týdningarmikið at gera sær nakrar tankar um, hví støðan er, sum hon er í dag, áðrenn stórar avgerðir verða tiknar um, hvat skal gerast. Tað er ein sera víðagitin íløgumaður Ray Dalio, ið eg haldi setur væl orð á, hvat tað er, sum ger støðuna so torføra og hann kallar tað “the Perfect Storm”. Út tí hann sigur, havi eg gjørt mínar egnu tankar og hettar er úrslitið av teimum:

  1. Ringa búskaparliga støðan í heiminum

  2. Innanhýsis stríðið

  3. Uttanhýsis stríðið

Tann ringa búskaðarliga støðan kemst av tveimum orsøkum og báðar tvær burdu ikki komið óvart á okkum. Tann fyrsta er sjálvandi korona og hvussu heimurin virkaði aftur aftan á farsóttina, hin er so kríggið í Ukraina. Eftir míni fatan hevði ein stórur partur av tí, sum hendir í dag, hent uttan kríggið, men tað koyrdi bara bensin á ein longu brennandi bál. Tá korona kom, fór nærum allur heimurin niður í ferð og í summum støðum, stegaði hann heilt upp. Hettar hevði við sær, at virkir ikki fingu framleitt mongdina av vørum til at nøkta eftirspurningin, tó væntaði man at eftirspurningurin fór at minka markant, tí fólk kundu ikki fara til arbeiðis og høvdu tískil onga inntøku, tó var hettar ikki tað, ið hendi.

Serliga í USA var ein ekstrem mongd av stimbrandi fíggjarpolitikki framdur, serliga innan pengaprinting og tað sum vit komu at kalla “hjálparpakkar” her á landi. Trupulleikin hjá USA var nemliga, at tað var ov nógv givið til ov nógv, eisini til fólk, ið ikki høvdu lívsneyðugan tørv á tí, samstundis sum samfelagið opnaði aftur skjótari enn væntað orsaka av koppingarevnunum og fólk fóru aftur til arbeiðis. Tey, ið høvdu brúk fyri einari hjálpandi hond bara fyri at fáa mat á borðið fingu tað, tó var eisini ein rúgva givin til fólk, sum høvdu tað fínt, hettar ger, at tað er ein heilt stórur eftirspurningur eftir vørum, júst í tíðini, har vørur eru fáar í tali. Framleiðslan í heiminum var og er enn ikki komin á tað støðið, hon var áðrenn farsóttina, hettar hevur nógv at gera við skaðan veitingarketurnar fingu í tíðarskeiðinum, tað elvir til tað vit síggja í dag – Príshækkingar.

Príshækkingar/inflatión hava verið so mikið ógvusligar at tjóðbankarnir eru noyddir at hækka rentuna fyri at fáa stýr upp á príshækkingarnar.

Innanhýsis stríðið kemst av, at í hesum tíðarskeiðinum, frá tí at rentan byrjar at hækka og til vit síggja ávirkanina av henni, er tað ein ávísur bólkur av fólkum, ið koma at líða nógv. Hesi eru tey heilt lágløntu ella við øðrum orðum tey, ið akkurát fáa endar at hanga saman, og kanska slett ikki nú. Í Føroyum síggja vit júst hetta, at tað eru tey, ið vinna minst, sum líða mest,  samstundis sum útflutningsvinnan fer at hava eitt av bestu árinum nakrantíð grundað á høgu marknaðarprísirnar,  sum hava verið. Hettar skapar eitt innanhýsis politiskt stríð millum høgra og vinstra, rík og fátøk, o.s.fr. Her er umráðandi at taka við, at í Føroyum hevur eitt einki við hitt at gera. Støðan, sum hon sær út í dag, er øll grundað av eksternalitetum (uttanhýsis viðurskiftum), ið vit sum so onga ávirkan hava á, t.v.s., at tey, ið eru “rík” her, eru ikki “rík”, tí at summi eru “fátøk”, sum tað kanska er í summum londum kring heimin. Hendan inflatiónin er ikki sjálvskapt, men er ein eksternalitetur (rentuhækking, høgir marknaðurprísir á matvørum, o.s.fr.) Tí skulu vit ansa eftir at ikki føra óskynsaman fíggjarpolitikk, ið er í stríð við tað tjóðbankarnir royna at fremja, men heldur hyggja út í heim fyri at síggja, hvussu leikur spælir av fyri ikki at drena landskassan í einum stríði, vit ikki kunnu vinna. Her kann eisini nevnast, at vit ikki skulu gera sama feil sum USA at geva ov nógv til ov nógv, serliga tey, ið ikki hava bráðfeingis tørv á tí, gera vit hendan feilin, kann gerast møguligt, at inflatiónin festir seg og tá verður støðan nakað verri, enn hon er nú. Hettar vil ikki siga, at vit einki skulu gera. Vit skulu fara og geva eina hjálpandi hond til tey, ið eru harðast rakt, so sum sperdar barnafamiljur, lesandi, og stakir uppihaldarar. Hettar vil eg og sambandsflokkurin arbeiða fyri við eitt nú at hækka barnafrádráttin, veita eina inflatiónstrygd til fíggjarliga sperdar familjur og hækka studningin munandi til lesandi, ikki bara geva kjekkar í allar ættir. At útflutningsvinnan setur met júst nú er bara heilt gott fyri Føroyafólk grundað á, at met stórur vinningur merkir eisini met høgan partafelagskatt, inntøkuskatt og kapitalvinningskatt í krónum at fíggja hesi átøkini, ið skulu til fyri at hjálpa tey harðast raktu.

Uttanhýsis stríðið. Tað stóra uttanhýsis stríðið í løtuni er kríggið í Ukraina, ið bara koyrir bensin á ein longu brennandi eld. Kríggið í Ukraina setti eisini ordliga ferð á mat- og orkukreppuna, ið longu var á veg, samstundis sum príshækkingar herja á. Hettar ger, at lond mugu brúka eina risa mongd av pengum til at loysa dagligar avbjóðingar, sum t.d. orkutrygd og matframleiðslu, samstundis sum tjóðbankar royna at tálma búskapin fyri at fáa inflatión undir kontroll. Her er eisini vert at nevna, at fleiri lond og statir arbeiða ímóti, hvat tjóðbankarnir royna at gera. Tá lond fara út og bara geva pengar til fólkið, tá er tað stimbrandi fíggjarpolitikkur og ger at eftirspurningurin hækkar, júst tað øvuta av, hvat skal til fyri at berja inflatión. Hettar hevur við sær, at tjóðbankarnir ikki fáa tað úrslit, teir vilja hava ella ikki innan ta tíðina, teir sikta eftir.

bottom of page