top of page
  • Facebook
  • Instagram
Untitled design.jpg

Vit mugu vera meiri praktisk, tað verkliga og tilgongdin eru líka týdningarmikil sum hugsjónin

Munurin millum virkir/vinnu og landstýrir/politikarar, tá broytingar skulu gerast, stóran part av tíðini, er, at virkir/vinnan í ein stóran mun byrja við at nýta praktikalitet, data, upplýsing, greining fyri at koma til eina niðurstøðu, og út frá niðurstøðuni verður gjørt eitt tilmæli, hvat skal gerast, síðani byrjar arbeiðið. Landstýrir/politikarar byrja í ein stóran mun við eini hugsjón og út frá hugsjónini kemur ein niðurstøða, sum sigur, at tað er rætt ella skeivt, síðani eitt tilmæli og so byrjar arbeiðið. At arbeiða út frá einari hugsjón kann vera sera torført, grundað á, at man byrjar frá moralskum virðum heldur enn praktikalitet og fakta, tí veruleikin er tann, at langt frá allar hugsjónir, ið eru sæddar, sum at vera rættar, kunnu gerast í praksis ella í hvussu er ikki lættliga.

At brúka praktikalitet og data er ein nógv lættari háttur at nýta fyri at vita, um eitt og hvørt yvirhøvur kann lata seg gera. Fyri ikki at tosa um, at tað eru ymsar hugsjónir og tað skal eisini kjakst um, tí kann tað oftani henda seg, at man rennur seg fastan, tá byrjað verður at arbeiða út frá eini hugsjón. Slagorð er ikki politikkur. Vit mugu vera raskari at hugsa um og gjøgnumføra politikk heldur enn at rópa slagorð og vænta, at okkurt broytir seg. Sum nevnt áður, so byrja við tí praktiska, data, upplýsing o.s.fr. fyri at koma fram til røttu gongdina “stýra, greining, fakta, fáa tað gjørt, detalja, uppfylging”, hettar er tað, ið gevur úrslit.

bottom of page